Tvey fiskivinnufeløg stovnað í síðstu viku

Ógvin á Norðskála og SkúlaHans í Sørvági eru nýggj í vinnuskránni

 

Seks nýggj partafeløg eru stovnað seinastu vikuna, sambært bl.fo, teirra millum tvey, sum skulu fáast við fiskivinnu.

 

ÍVF Ógvin er stovnað á Norðskála. Tað er Jóhann Fríði Poulsen, sum er stovnari og stjóri. Í Sørvági hava Jón Heðin Jørgensen úr Sørvági, Wilhelm Nygaard úr Miðvági, Teitur Vinjardsson Guttesen úr Hoyvík og Bárður Heðinsson Jørgensen úr Sørvági stovnað Sp/f SkúlaHans, sum eisini skal reka virksemi við fiskivinnu. Jón Heðin Jørgensen er stjóri.

 

Í Vági hevur Tóki Brattalíð, sum er búsitandi í Keypmannahavn, saman við øðrum stovnað smápartafelagið Linsan, har hann sjálvur er stjóri.

 

Á Toftum er eitt felag stovnað, sum skal reka virksemi við húsvognum, ÍVF Leiga Campingvogn hjá Iani D. Jacobsen.

 

Noe Abdias Chaparro hevur stovnað ÍVF Ark Media, sum er eitt tónleikafelag. Talan er her um frálæru, framleiðslu og sølu av ljóðførum og -útgerð.

 

Kristin Johannesen og Terji Hammer í Havn hava stovnað ÍVF T&K, sum skal selja vøru og annað.

 

Fleiri nevndarbroytingar eru eisini skrásettar. Allar broytingarnar eru at síggja á heimasíðuni hjá Business Line.