Tvey hátíðarhald í einum

Leygardagin verða ikki færri enn tvey størri tiltøk hildin í Skál­a­vík – avdúking av minn­is­varða og vígsla av ein­um frítíðar- og skeiðs­depli.

Í eina tíð hevur ver­ið arbeitt við at byggja henda stóra depilin í Skál­a­vík, og nú er kom­ið so langt, at hann verð­ur tikin alment í nýtslu.

Hetta verður gjørt seinn­a­part­in leyg­ar­dag­in, sam­stund­is sum ein minn­is­varði av Eileri Jac­ob­sen verður av­dúk­aður.
Hátíðarhaldið byrjar kl. 14, tá borg­ar­stjór­in í Skála­vík, Lin­john Christ­i­an­sen, fyrr­ver­andi ting­mað­ur­in Óli Breckman og vinn­u­lívs­mað­ur­in Olaf Olsen halda røðu. Síðani verð­ur minn­is­varð­in av­d­úk­að­ur av Eileri, sum sam­an við konuni hevur latið frítíðar- og skeiðs­dep­il­in byggja.

Aftaná hesa av­dúking­ina verður far­ið inn í sjálvan dep­ilin, har fyrst lands­stýr­is­mað­urin í vinn­u­mál­um, Johan Dahl let­ur dep­il­in alment upp, með­an einkjan eftir Eiler. Beinta H. Jacobsen klipp­ir snórin.

Aftaná verður há­tíð­ar­hald við sangi, røð­um og tónleiki í høll­ini, eins og fólk fáa høv­ið at hyggja nærri at dep­l­i­num.