Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip og tveir størri útróðrarbátar við egningamaskinu til fiskiskap.
- Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Øll skipini koma inn at landa í vikuni.
Á Fiskamarknaði F'øroya vita tey at siga, at trý frystilínuskip eru undir Føroyum, tvey sigla heim av Flemish Kap, og eitt frystilínuskip er á veg yvir á Flemish Kap.
- Eitt frystilínuskip er eisini í NEAFC-øki vestanfyri Skotlandi, verður lagt aftrat.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er brúkiligur, og veðrið verður gott. Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri.
- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur. Bátarnir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa, verður lagt aftrat.