Innan kappingina hjá Páli hevði Mona Simonsen svomið 200 metra frísvimjing, hon fekk tiðina 2.10,25, ið er 27 hundraðpartar seinni enn tilmeldingaríðin.
Við portalin segði Jón Hestoy, formaður í Svimjisambandinum, at talan hevur verið um eina heilt góða kapping fyri alt liðið.
Samanlagt settu føroysku svimjararnir seks met í Kroatia, og vóru hesi:
• Shaila millum Garðarnar: 26.49 í 50 frí - føroyskt met
• Pál Joensen: 51.82 í 100 frí - føroyskt met (útlegg á 200)
• Pál Joensen: 1:46.61 í 200 frí - føroyskt met
• Pál Joensen: 3:42.57 í 400 frí - føroyskt met
• Pál Joensen: 7:48.56 í 800 frí - føroyskt met (útlegg á 1500)
• Pál Joensen: 14:39.99 í 1500 frí - føroyskt met, besta juniortíð í heiminum nakrantíð