Tvey nýggj frímerki

Í morgin er 1. september, og tá verða øll postgjøld broytt, og tískil koma hesi bæði frímerkini út nakað fyrr enn ætlað, verður sagt av Posta.

Frímerkini mynda einiber og krákuber. Av øllum teimum gott 400 plantusløgunum, sum hoyra til villblómurnar í Føroyum, eru bert heilt fáar, sum eru trækendar.?Tvær av hesum plantum eru baraldur og berjalyngur.??Virðini á frímerkjunum eru 0,50 og 6,50 kr, sum eru ávikavist ískoytisvirðið og nýggja postgjaldið fyri innanoyggja smábrøv (0-50 g).

Edward Fuglø hevur teknað.??Nýggju frímerkini fáast til keyps á posthúsum kring landið og á heimasíðuni hjá Posta.