ES
- Gott nýggjár og vælkomin í eina "familju", sum telir 500 miljónir íbúgvar.
Hetta stóð á uppsløgum runt um í rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest.
Í býnum varð ES-flaggið vundið á stong, samstundis sum fýrverk varð skotið.
Vónirnar um, at ES-limaskapurin fer at geva stabilitet og vælstand í hesum báðum fátæku londunum var eisini aðaltátturin í nýggjársrøðunum hjá politikarum.
Samstundis, sum Rumenia og Bulgaria fegnaðust um sín ES-limaskap, hátíðarhelt Slovenia evruna, og gjørdist á nýggjárinum trettanda landið við evruni.
- Hetta er friðarinnar løta hjá okkum. Við at gerast limur, vinna vit frið og vælstand, segði rumenski forsetin, Traian Basescu, við fólkarúgvuna, tá ið rumenar taldu minuttirnar til midnáttarleitið.
Við Rumeniu og Bulgariu hevur ES nú 27 limalond, og út við helmingurin av hesum eru fyrrverandi kommunistisk lond.
Fólkatalið í samveldinum er økt við 30 miljónum, soleiðis at samlaða fólkatalið í ES nú er 490 miljónir – ella út við hálv miljard.
Bæði Turkaland, Albania og onnur lond á Balkan noyðast at bíða eftir limaskapi í einum Samveldi, har mótstøðan móti, at fleiri lond gerast limir, veksur.
Nýggju limalondini, Rumenia og Bulgaria, veksa bert um samlaðu ES-framleiðsluna við einum prosenti. Hóast búskaparligur framburður er í hesum londum, liggur miðalinntøkan fyri hvønn íbúgva bert um ein triðing av miðalinntøkuni í ES-londunum annars.
Bæði londini hava sett í verk nakrar reformar og hava stríðst ímóti korruptión og kriminaliteti fyri at gerast limir í ES.
Bulgarsku myndugleikarnir stongdu sunnukvøldið fyri midnátt tveir kjarnorkureaktorar á tí eina kjarnorkuverkinum í landinum fyri at ganga krøvunum hjá ES á møti.