Tvey Premier League lið vóru send úr Carabao Cup

Luton og Wolves máttu lúta fyri liðum úr lægru deildum

Leikarararnir hjá Exeter úr triðbestu deildini fegnast um sigurin á Luton

Ígjár vóru sjey dystir í triðja umfarinum í ensku ligasteypakappingini, nevnd Carabao Cup leiktir.

 

Tvey lið úr Premier League máttu lúta fyri liðum úr lægri deildum.

 

Exeter úr triðbestu deildini sendi Luton úr kappingini við einum 1-0 sigri á heimavølli. Demetri Mitchell skoraði sigursmálið tá 83 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Ipswich úr næstbestu deildini megnaði at senda Wolves úr steypakappingini við einum 3-2 sigri á heimavølli. Tá eitt korter var leikt var Wolves á odda 2-0, men undan steðginum megnaði Ipswich at javna til 2-2.

 

Írski leikarin, Jack Taylor gjørdist match-vinnari fyri Ipswich tá eitt lítið korter var leikt av seinna hálvleiki.

 

Burnley og Manchester United vunnu stórsigrar. Sigrarnir munnu gagnast væl, tí liðini hava ikki verið í einari góðari gongd í seinastuni. 

 

Her eru úrslitini: 

 

Bradford City 0-2 Middlesbrough

 

Exeter 1-0 Luton

 

Ipswich 3-2 Wolves

 

Mansfield 2-2 (3-2*) Peterborough

 

Port Vale 2-1 Sutton

 

Salford 0-4 Burnley

 

Manchester United 3-0 Crystal Palace

 

Leikarararnir hjá Exeter úr triðbestu deildini fegnast um sigurin á Luton