Tvey silvurmerki í svimjing

Vónirnar vóru um gull, men Føroyar máttu taka til takkar við tveimum silvurmerkjum á fyrsta svimjidegnum

 

Svimjing

 

 

 

Hóast talan ikki gjørdist um tey heiðursmerki, sum føroyingar høvdu vónir um, tá hol varð sett á svimjik,appingina, so helt landsliðsvenjarin, Petur Heðin á Fløttu, kortini, at svimjararnir høvdu svomið upp til sítt besta.

 

 

 

Svumu væl

 

Hetta gjørdist tó akkurát ikki nóg mikið, tá talt varð saman. Í 4X50 metra blandaðari svimjing var føroysku liðið ein triðings sekund frá gullinum, og í 100 metra bringu var Ásbjørn Hansen 18 hundraðpartar av einum sekundi frá sama heiðursmerki.

 

- Sjálvandi høvdu vit sett nøsina upp eftir tveimum gullmerkjum, men okkara tíðir vóru bara ikki nóg góðar, segði Petur Heðin av Fløttu.

 

- Eg kann tó ikki seta ein fingur á avrikini hjá svimjarunum, tí hesir svumu allir upp til sítt besta. Í liðkappingini eri eg nøgdur um avrikið hjá øllum á liðnum, og Ásbjørn setti persónligt met í 100 metra svimjingini um morgunin, og hóast hann var eitt lítið sindur seinni um kvøldið, so hevði hann kortini ikki vunnið gull við tíðini, sum hann svam um morgunin.

 

- Tað vísir seg bara, at hini londini hava ment seg sera nógv, og vit kunnu so bara staðfesta, at vit ikki hava ment okkum samsvarandi, segði Petur Heðin, tá vit prátaðu við hann mánakvøldið.

 

Vónirnar um gull eru tó á ongan hátt gloymdar, og spennandi verður at síggja, um fyrsta gullmerkið á leikunum fer at koma týsdagin, tá føroysk luttøka veðrur í seks av teimum tíggju kappingunum, sum eru á skránni.