Tvey skjót mál feldu U16 dreingirnar

Føroyska liðið helt málið reint í fyrra hálvleiki

Í dag skuldi føroyska U16 landsliðið royna at fylgja upp uppá tann góða 0-0 javnleikin ímóti Norðurírlandi ígjár.

 

Mótstøðuliðið var Wales í dag, og var málsetningurin greiddur í fyrra hálvleiki. Tá liðini fóru inn til steðgin var støðan framvegis 0-0.

 

Walisar fingu tó koppað tingini sín veg við tveimum skjótum málum í 47. og í 49. minutti. Seinna málið var eitt brotsspark. Fleiri mál komu ikki í dystinum, og vann Wales sostatt 2-0. Men føroyska liðið hevur so megnað at hildið málið reint í trimum hálvleikum.

 

Ein dystur er eftir hjá føroysku U16 dreingjunum, og er hann ímóti Íslandi, sum hevur vunnið 3-2 á Norðurírlandi, og 2-1 á Wales. Givið er, at talan verður um ein torføran dyst ímóti Íslandi, sum hevur fult stigatal, aftaná tveir teir fyrstu dystirnar.