Tvey stakløg og eitt nýtt orð frá 200 í dag

Sjeynda studioútgávan hjá 200, REYVHEART, kemur eftir ætlan út seinni í mánaðinum.

Og í dag eru komin út tvey stakløg afturat á talgildu stroymingartænasturnar. 

Talan er um løgini 'La familja', sum snýr seg um at røkja egin áhugamál (og at ikki allar familjur eru ordiligar familjur), og lagið 'Seinasta heilsanin', sum snýr seg um at kenna seg lumpaðan. Lumpaðan, tí onkur sigur seg arbeiða fyri tí góða, men er veruleikanum arbeiðir fyri hin versta. 

Í lagnum 'Seinasta heilsanin' er eitt nýtt orð. At hallelúgva. At lúgva við bíbliuni í hondini. Prosessin er byrjað at fáa orðið í móðurmálsorðabókina, og ætlanin er at hetta verður ársins orð. Og fyri at gera tað lætt, so er bendingarsnið við dømum og orðingum eisini framleitt, so tað er klárt at implelentera í málið. Hetta er eitt orð, sum hevur manglað, so væntandi verður hetta væl móttikið.

##med2##

Áður eru løgini 'Leðurhúsið' og 'Ilt í fyrstani', givin út talgilt frá komandi plátuni. 

200 spælir á G! í ár, men áðrenn tað verður útgávukonsert, tá ið fysiska plátan er komin aftur úr framleiðslu. 

 

##med3##