Tvey uppskot um gongd í haga í Løgtinginum

Bæði Javnaðarflokkurin og samgongan boða frá uppskoti um loysn á orrustuni um gongd í haga

 

Sambært løglistanum í ólavsøkurøðu løgmans, so ætlar landsstýrið sær í heyst at leggja uppskot fyri Løgtingið um loysn og trupulleikanum við gongd í haga.

Tað sama hevur Javnaðarflokkurin fyrr í summar boðað frá.

Uppskotið frá landsstýrinum hevur sum mál, at føroyingar, eins og siðvenja hevur verið, skulu hava møguleika at njóta føroysku náttúruna.

– Talan verður um rættindi, sum eiga at verða útint undir skipaðum viðurskiftum, soleiðis at talan gerst um javnvág millum áhugamálini hjá jarðareigarum, ferðavinnu og borgarum, stendur í løglistanum hjá løgmanni, har tað víðari verður sagt soleiðis:

– Eftir bygda- og varðagøtum kunnu øll ganga, meðan tað í haga verður skilt millum privata gongd í haga og vinnuliga gongd í haga. Dentur verður lagdur á at tryggja, at øll gongd fer fram við neyðugum varsemi og við atliti til náttúruna, seyðahald og landbúnað. 

Javnaðarflokkurin sigur, at grundarlagið hjá okkum føroyingum má vera, at allir føroyingar hava rætt at fara í hagan, og at hesin rættur ikki skal vera treytaður av vælvild frá ella gjaldi til tey, sum hava fingið rættin at nýta náttúruna til vinnuligt virksemi.

Javnaðarflokkurin sigur víðari í uppskotinum, sum verður lagt fyri tingið nú á ólavsøku, at sjálvandi skulu avmarkingar setast.

– Sjálvandi skal seyðahald og alt, sum knýtir seg til tað, virðast. Sjálvandi skulu greiðar treytir um atburð setast øllum, sum fara út um bøgarðarnar. Sjálvandi skal bæði náttúran sjálv, djór, hegn og alt, sum knýtir seg at vinnuligum virksemi, virðast.

Haraftrat leggur ferðavinnan stórt trýst á okkara náttúru og umhvørvi. Tí er tað ikki órímiligt, at gjald verður tikið frá útlendskum ferðafólkum og avmarkingar settar, sum skulu verja okkara náttúru.

– Men fyrsta stig er at tryggja við lóg, at føroyingar - undir treytum og við avmarkingum - hava ein ómissandi rætt til at vitja haga, vøtn og fjøll í Føroyum, skrivar Javnaðarflokkurin um sítt uppskot.

Sambært báðum uppskotum skulu føroyingar hava rætt at njóta náttúruna við at fara í haga, og sambært báðum uppskotum skal gjald takast frá útlendingum at ferðast í haganum.

Spurningurin er so, um Løgtingið hesaferð klárar at semjast, so hetta trupla mál verður loyst einaferð med alla.