Starvsfólk heiðrað fyri trúgva tænastu

Sjey starvsfólk fingu heiðursgávu fyri at hava starvast ávíkavist 15, 20, 25, 30 og 35 ár.

Mynd og kelda: Tvøroyrar kommuna

Á samkomu í býráðssalinum í dag var heiðran av starvsfólkum hjá Tvøroyrar kommunu.

 

– Hesi fingu heiðursgávu fyri at hava starvast ávíkavist 15, 20, 25, 30, 35 ár, ið ber prógv um, at Tvøroyrar kommuna hevur trúgv og eldhugaði starvsfólk, ið brenna fyri at veita góða tænastu á øllum økjum í kommununi, skrivar Tvøroyrar Kommuna.

 

Kristin Michelsen, borgarstjóri takkaði starvsfólkunum fyri trúgva og góða tænastu og handaði heiðursgávu.

 

Tey heiðraðu starvsfólkini vóru:

 

Ebba Michelsen, 35 ár í barnatannrøktini

 

Elsebeth Olsson, 30 ár í barnaansingini

 

Heidi Bech, 20 ár í barnaansingini

 

Ingibjørg Grothsdóttir, 25 ár í barnaansingini

 

Mikkjal Bærendsen, 25 ár í bruna &- tilbúgvingini

 

Olivina Winther, 15 ár reingerðing

 

Thorfinn Mortensen, 25 ár í bruna -& tilbúgvingini

 

Mynd og kelda: Tvøroyrar kommuna