Tvøroyri steingir barnagarðar og frítíðarskúla

- Út frá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði metir kommunan tað ikki vera ráðiligt at hava opið, tá ikki verður vaskað á stovnunum.

 

- Barnagarðurin Mýrifípan og forskúlin Gluggin hjá Tvøroyrar kommunu verða stongd, nú reingerðarfólkini eru farin í verkfall.

 

Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.

 

Víst verður á, at reinføri er ein sera týðandi partur á dagstovnunum, og út frá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði metir kommunan tað ikki vera ráðiligt at hava opið, tá ikki verður vaskað á stovninum.

 

- Tiskil hevur kommunan tikið avgerð um at fremja fylgjandi broytingar, so leingi verkfall er - ella, til møgulig undantøk verða givin:

 

* Vøggustovan verður stongd frá í dag, mikudagin 15. mai

 

* Barnagarðurin verður stongdur frá og við fríggjadegnum 17. mai

 

* Frítíðarskúlin verður stongdur frá og við týsdegnum 21. mai 

 

* Forskúlin Gluggin verður stongdur frá og við týsdegnum 21. mai 

 

- Vit fylgja støðuni, og henda broytingar, fara vit at kunna um tað alt fyri eitt, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.