Tvungið/tvang er ikki føroyskt!

Á Borg á Argjum á markusarmessu 2006


Tvingað/tvingsil er føroyskt!
TVINGAÐ: Ofta siga fólk, eisini fjølmiðlar, at tey eru tvungin til at gera okkurt. Tað rætta er, at tey eru tvingað!
At tvinga er veikt bent og bendist tí ikki sum tey sterkt bendu, syngja ella stinga (syngja-sang-sungið/stinga- stakk-stungið)!
At tvinga-tvingar-tvingaði-tvingaðu-hevur tvingað.
Hann er tvingaður-hon er tvingað-tað er tvingað.
TVINGSIL: Javnan hoyra vit í fjølmiðlunum, á løgtingi og annars millum manna, at onkur er tvangsfluttur, ella at onkur brúkar tvang.
Púra skeivt! Hatta er danskt! Á føroyskum eitur hatta navnorðið ein tvingsil (kallkyn)!
Dømi: Tey eru tvingsilsflutt. Onkur brúkar tvingsil.
Við málkvøðu