Tyrla dottin niður í vøggustovu í Kyiv – 16 deyð

16 fólk doyðu, tá ein tyrla datt niður í Ukraina – teirra millum fleiri stjórnarlimir.

 

Myndir: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix

Í minsta lagið 16 doyðu og 22 vórðu særd, tá ein tyrla í dag datt niður við eina vøggustovu og ein íbúðarbygning í býnum Brovary – ein forstaður til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.

Millum tey deyðu eru ukrainski innanríkisráðharrin og vararáðharri hansara eins og ein ráðgevi. Tað upplýsir løgreglan á staðnum sambært AFP.

Børn vóru í vøggustovuni, tá vanlukkan hendi, verður sagt.

Videoupptøkur, sum síggjast á sosialu miðlunum vísa, at eldur er í einum bygningi.

/ritzau/AFP

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Myndir: Valentyn Ogirenko/Reuters/Ritzau Scanpix

Ukrainski innanríkisráðharrin í Ukraina, Denys Monastyrsky, doyði í tyrluvanlukkuni í morgun. (Photo by Sergei SUPINSKY / AFP)