Týskland ger seg minni heft av russiskum gassi

Týskland hevur gjørt avtalu við norska felagið, Höegh LNG, um at leiga tvey serskip til gassterminalarnar, sum landið nú hevur latið upp, harav hin seinni varð latin upp í dag.

Týski kanslarin, Olaf Scholz, luttók á hátíðarhaldi í dag, tá Týskland læt upp ein nýggjan gassterminal.

Týski kanslarin, Olaf Scholz, luttók á einum hátíðarhaldi í dag, tá Týskland læt upp ein nýggjan gassterminal í býnum, Lubmin, við Eystursjógvin.

 

Frammanundan hevur Týskland latið ein annan gassterminal upp, og hetta var í Wilhelmshaven í Niedersachsen.

 

Hetta eru terminalar, sum eru komnir, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar í fjør.

 

Endamálið við nýggju gassterminalunum er at gera Týskland minni heft av russiskum gassi.

 

Týskland hevur gjørt avtalu við norska felagið, Höegh LNG, um at leiga tvey serskip til terminalarnar, og hetta er ein avtala, sum er galdandi í tíggju ár.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.

 

 

 

 

 

Týski kanslarin, Olaf Scholz, luttók á hátíðarhaldi í dag, tá Týskland læt upp ein nýggjan gassterminal.