Týskur sigur í Europa League

Europa League: Eintracht Frankfurt vann eftir brotssparkskapping móti skotska Rangers

Eintracht Frankfurt vann í gjár finaluna í Europa League, eftir brotssparkskapping móti skotska Rangers. Tað stóð á jøvnum 1-1 eftir vanliga leiktíð, og einki mál kom í longdu leiktíðini.

 

Í brotssparkskappingini bleiv fyrrverandi miðvallarin hjá Arsenal og Juventus, Aaron Ramsey, stóri syndarin, tá hann brendi sítt brotsspark. Aaron Ramsey bleiv skiftur inn eftir 117 minuttir og spældi tí bara í tríggjar minuttir, áðrenn hann tók sítt brotsspark.

 

Joe Aribo legði Rangers á odda í fyrra hálvleiki, áðrenn Rafael Borre í seinna hálvleiki javnaði. Rafael Borre sendi eisini avgerandi brotssparkið í málið. Við sigrinum hevur Eintracht Frankfurt vunnið sær rættin til at spæla í Champions League komandi kappingarár, og verður styrkismett í bólki 1.

 

Rangers - Eintracht Frankfurt 1-1 (1-0) Joe Aribo, 57 - Rafael Borre, 69

 

Frankfurt: Trapp; Tuta (Hasebe 58), Touré, N'Dicka (Lenz 100); Knauff, Sow (Hrustic 106), Rode (Jakić 90), Kostić; Lindstrøm (Hauge 70), Kamada; Borré

 

Rangers: McGregor; Tavernier, Goldson, Bassey, Barišić (Roofe 117); Jack (Davis 74), Lundstram; Kent, Wright (Sakala 74, Ramsey 117), Kamara (Arfield 90); Aribo (Sands 101)