U-21 landsliðið fingið fyrsta stigið

U-21 landsliðið hjá Føroyum hevur í dag fingið fyrsta stigið í hesari undankappingini

U-21 landsliðið hevur í dag spælt næstseinasta dystin í hesari undankappingini, tá teir á útivølli spældu móti Aserbadjan í Baku.

 

Endaliga úrslitið gjørdist ein 1-1 javnleikur, og eydnaðist tað tí U-21 landsliðnum í dag at fáa fyrsta stigið í hesari undankappingini.

 

Men javnleikurin er til at iðra seg yvir. Tí U-21 landsliðið var nevniliga á odda ein stóran part av dystinum, og tað var ikki fyrrenn heilt ímóti endanum at Aserbadjan fekk javnað.

 

Føroyar løgdu seg á odda 1-0 stutt fyri hálvleik, tá Ári Mohr Jónsson skoraði eftir frálíka gott føroyskt skjótálop. Tað var annars Aserbadjan sum hevði horna í støðuni, men tá Føroyar vunnu bóltin, gekk skjótt. Fyrst fann Jóannes Bjartalíð væl Jákup Thomsen sum rak avstað frameftir. Hann legði bóltin elegant yvir til ein frían Ára Mohr Jónsson til vinstru, sum smekkaði bóltin í nærmara málhorn uttan møguleika hjá aserbadjanska málverjanum.

 

Frá byrjan av í seinna hálvleiki legði føroyska liðið eisini væl út, og millum annað Jákup Thomsen og Jóannes Bjartalíð kundu væl havt økt leiðsluna til 2-0 til Føroyar, um teir vóru eitt sindur neyvari.

 

Móti endanum av dystinum, trýsti Aserbadjan alsamt meira, og tveir minuttir fyri leiklok eydnaðist tað eisini teimum at javna til 1-1, eftir eitt innlegg úr teirra vinstru síðu, har ein aserbadjanskur leikari undir málinum fekk fótin á bóltin áðrenn Ári Mohr Jónsson.

 

Samanumtikið var talan avgjørt um góðkent avrik frá føroyska liðnum, sum bardist í nógvum hita í Aserbadjan í dag. Tá dysturin byrjaði, vóru 26 hitastig, so talan var um ókendar umstøður fyri fleiri av føroysku leikarunum.

 

Um ein mánað spælir U-21 landsliðið seinasta dystin í hesari undankappingini, tá teir spæla á heimavølli móti Eysturríki.

 

Aserbadjan – Føroyar U-21 1-1 (0-1)

0-1         Ári M. Jónsson, 40.

1-1         Mahir Matadov, 88.

 

Føroyska liðið: Niklas Thomsen – Dávid Langgaard, Andrias Eriksen (Liðskipari), Hørður Askham, Ári Mohr Jónsson – Jóannes Bjartalíð (Hannes Agnarsson, 73), Gestur B. Dam, Jonas G. Hansen, Jákup V. Olsen (Patrik Johannesen, 90) – Teit Jacobsen (Magnus Egilsson, 90) – Jákup Thomsen.