U15-kvinnurnar taptu við fýra málum móti Íslandi

Føroyska U15 kvinnulandsliðið í hondbólti spældi í dag fyrsta landsdystin nakrantíð

Mynd: HSF

Føroyska U15 kvinnulandsliðið í hondbólti skrivaði í dag søgu við at spæla fyrsta landsdystin nakrantíð.

 

Dysturin var spældur móti íslendska U15-landsliðnum í høllini við Streymin. Ísland vann dystin 26-22. Í steðginum var Ísland á odda 12-9.

 

Um dystin skrivar HSF: - Hóast tap, so spældu føroysku U15-kvinnurnar ein fínan landsdyst móti Ísland. Talan var um teirra fyrsta landsdysti. Ísland vann dystin 26-22, eftir hálvleiksstøðuna 12-9. Føroyska liðið byrjaði væl í verjuni við flytførðum og ágangandi verjuspæli og einari vælleikandi Lý Haraldsdóttir í málinum. Í álopinum spældi føroyska liðið skjótt spæl, ein móti einari. Føroyska liðið var frammanfyri fyrru helvt av fyrra hálvleiki, men ernaðust tær íslendsku so lýðandi og komu fram um eftir 19 minuttir, tá tær høvdu fleiri góðum langskotum. Føroyska liðið misnýtti heldur nógvar møguleikar og gjørdi hetta, at tær íslendsku kunda fara til hálvleiks frammanfyri 12-9.


Føroyska liðið spældi seg spakuliga uppaftur og um miðjan seinna hálvleik, ta var bara eitt mál á muni aftur. Amilia Agnarsdóttir var ein støðug hóttan í álopinum við bæði gjøgnumbrotum og langskotum. Tað var tó ísland, sum hevði munin seinasta 15 minuttirnar og vunnu tær at enda 26-22. Liðini møtast aftur í Vestmanna í morgin kl. 15.00. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo. Skrivar HSF. 


Málskjúttar hjá Føroyum:

Amilia Agnarsdóttir 10

Bára í Innistovu 4

Anna á Borg 3

Vár Leo Mortansdóttir 1

Valbjørg Davidsen 1

Leona Kjærbæk 1

Elinborg Dávadóttir 1

 

Mynd: HSF