U16: Hópurin til menningarkappingina úttikin

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hópin til menningarkapping fyri WU17 landslið, sum verður á Malta 9.-18. apríl, skrivar Fótbóltssambandið

Hildigunn Steinhólm úr Víkingi er ein teirra, sum skal til menningarkapping á Malta - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd

Eyðvør Jakobsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hópin til menningarkapping fyri WU17 landslið, sum verður á Malta 9.-18. apríl, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Tað er nógv landsliðsvirksemi á skránni í hesum døgum, og nú er hópurin úttikin til WU17 menningarkapping á Malta um knappar tvær vikur.

 

WU17 landsliðið er í løtuni eisini í Litava til EM undankapping, har tær hava vunnið tær báðar fyrru av trimum undankappingardystum. Tann hópurin er fyrst og fremst mannaður við spælarum, sum eru føddar í 2006, ímeðan hópurin, sum í næstum skal til menningarkapping á Malta, er mannaður við spælarum úr árgangi 2007.

 

Sostatt fáa samanlagt heilt nógvir ungir spælarar landsliðsroyndir við hesum nýggja møguleikanum. Í kappingini skulu Føroyar spæla móti Slovakia, Lettlandi og Malta, og hesar 18 eru á listanum hjá landsliðsvenjaranum:

 

Ingrid Berg Rasmussen, EBS/Skála

 

Jakobina Bergsdóttir, EBS/Skála

 

Alda Petersen, EBS/Skála

 

Sofía Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík

 

Maria Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík

 

Bára Tórálvsdóttir Poulsen, HB

 

Mira Bendix Laursen, HB

 

Marta Østerø, HB

 

Birita Mohr, KÍ

 

Helga Mikkelsen, NSÍ

 

Rannvá við Streym, NSÍ

 

Petra Geyti, NSÍ

 

Eydna Dalheim Olsen, Víkingur

 

Anna Jørginsdóttir, Víkingur

 

Hildigunn Steinhólm, Víkingur

 

Mirjam Skoralíð, Víkingur

 

Leona Kjærbæk Djurhuus, TB/FCS/Royn

 

Rósa Reginsdóttir, TB/FCS/Royn

 

Hildigunn Steinhólm úr Víkingi er ein teirra, sum skal til menningarkapping á Malta - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd