U16-kvinnur: Sigur á Estlandi

Føroysku U16-kvinnurnar endaðu European Open við einum greiðum 31-17 sigri á Estlandi, eftir hálvleiksstøðuna 11-10 til okkara, skrivar HSF.fo

Mynd: (hsf.fo)

Føroysku U16-kvinnurnar endaðu European Open við einum greiðum 31-17 sigri á Estlandi, eftir hálvleiksstøðuna 11-10 til okkara. Føroyar byrjaðu minni væl og vóru fyri tað mesta aftanfyri í fyrra hálvleiki. Tað var ikki fyrr enn stutt undan steðginum, at tingini byrjaðu at rigga og komu okkara fram um 11-10.

 

Føroyar prógvaðu í seinna hálvleiki, at vit eru betri enn Estland. Okkara runnu estisku kvinnurnar niður og vunnu dystin greitt 31-17. Tað var serlig Joan Johannesen á høgra vongi, sum var eyðsýnd við heili 8 málum.

 

European Open er nú av, og gjørdist Føroyar nr. 14 av 17 liðum. Hetta er á leið, tað sum var væntað áðrenn kappingini og eitt nøktandi úrslit. Føroyar hava spælt eina læruríka kapping við fleiri heilt góðar dystir.

 

Málskjúttar móti Estlandi:

 

Joan Johannesen 8

 

Silja Geirsdóttir Eystberg 5

 

Agatha Djurhuus 4

 

Katrin Hansen 3

 

Helena Magnusardóttir 3

 

Ró Reginsdóttir 3

 

Rakul Borgarlíð Joensen 2

 

Bára Reginsdóttir 1

 

Maria Beder 1

 

Fjóla Skaalum Vilhelm 1

 

Mynd: (hsf.fo)