U16 tapti tepurt fyri Íslandi og vann stórt á Estlandi

U16-kvinnulandsliðið spældi tveir dystir í European Open kappingini í Gøteborg í dag

Mynd: hsf.fo

Mynd: hsf.fo

U16 kvinnulandsliðið í hondbólti spældi fyrr í dag tveir dystir í niðara millumspælinum í European Open kappingini í Gøteborg í Svøríki.

 

Fyrri dysturin móti Íslandi endaði við teprum 19-22 tapi fyri Íslandi. Í steðginum var Ísland á odda 10-9.

 

Seinna dystin vunnu føroysku U16-kvinnurnar á Estlandi við 29-12 stórsigri. Føroyar vóru á odda 15-9 í steðginum.

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: hsf.fo

Mynd: hsf.fo