U17-dreingirnir til Gibraltar

Eyðun Klakstein og Fróði Benjaminsen hava úttikið 18 spælarar, sum í døgunum 8. til 13. september skulu spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Gibraltar

Eyðun Klakstein og Fróði Benjaminsen hava úttikið 18 spælarar, sum í døgunum 8. til 13. september skulu spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Gibraltar. Sum partur av fyrireikingini til EM-undankappingina hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum verður í Eysturríki í oktober, fer liðið í komandi mánað til Gibraltar at spæla tveir venjingardystir.

 

Í EM-undankappingini, sum verður í døgunum 4. til 13. oktober, spæla Føroyar ímóti Eysturríki, Slovenia og Kosovo. Eyðun Klakstein og Fróði Benjaminsen standa á odda fyri U17-dreingjunum, og nú er greitt, hvørjir teir 18 eru, ið venjararnir hava boðsent til dystirnar ímóti Gibraltar.

 

Hópurin:

 

Nóa Eyðsteinsson, 07 Vestur

 

Bartal Páll Klein, B36

 

Carl Mikkelsen, B36

 

Emil Hansen, B36

 

Marius Á. Allansson, B36

 

Hanus Højgaard, B68

 

Svend Danielsen, B68

 

Suni Herman Petersen, B71

 

Hans Pauli á Bø, EB/Streymur

 

Thomas Bjørn Miezan, HB

 

Dávur Jógvansson Heinesen, KÍ

 

Sølvi Johannesen, KÍ

 

Jón Petur Thomsen, NSÍ

 

Teitur Knudsen, NSÍ

 

Ervin Rasmussen, Skála

 

Olivur Renéson Thomsen, TB/FCS

 

Bjørn Bakk Bjarkhamar, Víkingur

 

Ólavur Jákupsson Poulsen, Víkingur