U17: Eitt stig frá at skriva søgu

Føroysku U17 dreingirnir eitt stig frá at koma víðari í EM kappingini

Føroyska U17 landsliðið hjá dreingjum skal í kvøld spæla móti Luksemburg í EM undan - undankappingini. Fáa Føroyar stig, so koma vit víðari til Eliteu-umfarið fyri fyrstu ferð nakrantíð.

 

Myndin: Liðið er sett til dystin í dag

 

Føroyska liðið vann fyrsta dystin á Kekkia. Úrslitið varð 2-0. Í øðrum umfari taptu Føroyar 3-0 fyri Sveis, sum hevur eitt sera sterkt landslið í hesum aldursbólkinum.

 

Nummar eitt og tvey koma beinleiðis víðari til Eliteu-umfarið, sum er umfarið undan endaspælinum. Eisini sleppa fimm lið víðari, ið enda nummar trý. Her verður hugt eftir hvør hevur fingið flest stig móti toppliðunum báðum í bólkinum. Tað eru 13 bólkar.

 

Sum skilst, so er Luksemburg eitt sterkt U17 landslið. Væl betri enn styrkin hjá A-landsliðnum. Teir hava spælara í bæði Fraklandi og Týsklandi. Tí er talan als ikki um nakran lættan dyst.