U17: Hópurin til EM úttikin

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars, skrivar Fótbóltssambandið

Í mars mánað vera Føroyar vertir fyri EM undankappingini fyri U17-landslið við gentum - Mynd: FSF.fo

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum, hevur úttikið 18 spælarar til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 17. til 23. mars, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Um smáar tríggjar vikur, frá 17. til 23. mars vera Føroyar vertir fyri bólki B3 í EM-undankappingini fyri U17-landslið við gentum. Umframt Føroyar sum vertsland, luttaka Rumenia, Georgia og Lettland eisini í kappingini. Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U17 gentunum, og hon hevur nú sett navn á tær 18, ið eru boðsendar at umboða Føroyar í EM-undankappingini.

 

Hópurin:

 

Brá Zachariassen, B36

 

Maria Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík

 

Sofía Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík

 

Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík

 

Leona Kjærbæk Djurhuus, FC Suðuroy

 

Marita Sofía Østerø, HB

 

Lý Gray Djurhuus, HB

 

Silja Ragnarsdóttir Trier, HB

 

Bára Tórálvsdóttir Poulsen, HB

 

Sólja Vinjardsdóttir Johansen, KÍ

 

Birita Mohr, KÍ

 

Helga Mikkelsen, NSÍ

 

Rannvá við Streym, NSÍ

 

Ingrið Berg Rasmussen, Skála

 

Alda Petersen, Skála

 

Eydna Olsen Dalheim, Víkingur

 

Jakobina Bergsdóttir, Vildbjerg SF (Danmark)

 

Rósa Reginsdóttir, Vildbjerg SF (Danmark)

 

Sunnudagin 17. mars

 

Kl. 13:00 Lettland – Føroyar

 

Kl. 17:00 Rumenia – Georgia

 

Mikudagin 20. mars

 

Kl. 13:00 Føroyar – Georgia

 

Kl. 17:00 Rumenia – Lettland

 

Leygardagin 23. mars

 

Kl. 17:00 Føroyar – Rumenia

 

Kl. 17:00 Georgia – Lettland (á Ovara vølli í Gundadali)

 

Allir dystirnir, undantikið dysturin millum Georgia og Lettland í síðsta umfari, verða spældir á Tórsvølli.

 

Í mars mánað vera Føroyar vertir fyri EM undankappingini fyri U17-landslið við gentum - Mynd: FSF.fo