U17-landsliðið í gongd

Í gjár savnaðu landsliðsvenjararnir, Geir Wardum og Birgir Sondum, fyri fyrstu ferð U17-landsliðið hjá kvinnum. Hetta eru kvinnur, føddar í 1992, 1993 og 1994. Hondbóltssambandið skipar úttøkuna soleiðis, at feløgini sjálv frítt kunnu velja út spælarar í deildini gentur 17, sum vera hildnar at vera nóg góðar til ungdómslandsliðið. Í næstum fara teir báðir venjararnir at seta seg í samband við feløgini.