U17 landsliðið tapti fyri Sveis

Tað bleiv til eitt 3-0 tap hjá føroyska U17 landsliðnum, sum í dag hevur spælt fyrsta dystin í EM undankappingini.

 

U17 landsliðið kom væl frá NM kappingini, sum var í Føroyum í summar, men í dag eitt sindur verri móti Sveis í Hall í Eysturríki. Føroyska liðið tapti 3-0.

 

Longu aftaná ein minutt kom Sveis á odda, tá framherjin Pagliuca skoraði. Stutt inn í seinna hálvleik økti Stevic til 2-0. Í tíðini, sum dómarin legði afturat skoraði Trachsel til endaliga úrslitið 3-0.

 

Føroyar: Elias Rasmussen - Bartal Wardum, Danjál Godtfred, Leivur Højgaard(Aron Klementsen 17.min), Absalon Eliasen - Jákup F. Hansen, Hákun Edmundsson(liðsk.) - Benjamin Heinesen, Betuel Hansen, Jógvan á Lað Jacobsen(Dan í Soylu 80+2.min) - Meinhard Olsen(Steintór Fagradal 79.min)

 

Á bonkinum uttan at koma inn: Emil R. Madsen, Høgni E. Nielsen, Pol Sigurð Kristiansen og Ari Krosslá Poulsen.