U17-landsliðið tapti eisini seinna dystin í Íslandi

Aftaná tepurt tveymálstap ígjár gjørdist talan um eitt seksmálstap í dag

Mynd: HSF

Aftaná eitt tepurt tveymálstap ígjár móti Íslandi mátti U17-manslandsliðið leggja rygg til eitt nakað størri tap móti Íslandi í Kaplakrika-høllini í Hafnarfirði fyrr í dag.

 

Føroyar taptu 28-34 (13-18). Heimasíðan hjá HSF skrivar: - Føroysku U17-mennirnir taptu eisini seinna venjingardystin móti Íslandi. Úrstlið gjørdist 34-28, eftir 18-13 til íslendingar í hálvleikinum.Dysturin byrjaði ikki væl fyri føroyska liðið og komu okkara afturum 3-0 eftir 5 minuttir. Okkara ernaðust tó eitt sindur og vunnu seg innaftur á íslendingar og var bert eitt mál á muni um miðjan fyrra hálvleik. Yvirtalsspælið hjá føroyingunum hepnaðist ikki serliga væl í dag og gjørdi føroyska liðið ov nógvar villur í álopinum. Hetta var størsti munurin á liðunum í fyrra hálvleiki. Liðini fóru til hálvleiks við 18-13 til Ísland.


Føroyska álopspælið hepnaðist betri í seinna hálvleiki, men helt verjan ongantíð í longri tíðarskeið. Føroyska liðið minkaði niður í tvey mál, men komu okkara ongantíð nærri. Hóast tap í báðum dystunum hava Føroyar spælt tveir gevandi venjingardystir í vikuskiftinum, har allir leikarar hava sloppið at roynt seg. Næsta uppgávan verður European Open í Svøríki, dagarnar 3. – 7. juli.


Málskjúttar hjá Føroyum:

Jákup Egholm 6 (1)

Rúnar Hammer 6

Jón Midjord 5

Filip Haldansen 4

Magnus Árason 2

Fríði í Innistovu 2

Lýðar í Dímun 2

Haraldur Karlsson 1

 

Mynd: HSF