Í hálvleikssteðginum vóru Føroyar á odda við 2-0. Málskjúttar vóru Jógvan Skeel Nolsøe og Gilli Sørensen. Í seinna hálvleiki komu Cove Rangers meir við í spæli, og beint fyri leiklok eydnaðist tað teimum at minka um munin, og síðani javna. Farið var beinleiðis til brotssparkskapping, har Føroyar settu síni fimm í netið, meðan Kristian Joensen, sum stóð í mál í seinna hálvleiki, tók tað vardi fyri einum. Harvið vann føroyska U17 landsliðið bronsuheiðursmerki í kappingini Aberdeen International Football Festival.