Føroyska U18 manslandsliðið í hondbólti hevur júst spælt fyrsta dystin í bólki J í millumumfarinum í EM-endaspælinum í Montenegro.
Føroyar máttu lúta 28-29 móti Kekkia. Kekkia var omaná í fyrra hálvleiki, og var eisini á odda 18-13 í steðginum.
Føroyska liðið avrikaði munandi betri í seinna hálvleiki, men tað manglaði eitt mál í at fáa stig í dag.
Føroyar skoraðu upp á 28 av 45 málmøguleikum. Kekkia skoraði upp á 29 av 43 málmøguleikum.
Í sama bólki vann Slovenia fyrr í dag 31-28 (15-11) á Portugal.
Sostatt hava Slovenia og Kekkia tvey stig hvør, meðan Føroyar og Portugal einki stig hava.
Í morgin klokkan 11 spæla Føroyar móti Slovenia.
Liðini spæla um endastøðurnar millum nummar níggju og 16. Um Føroyar enda ovast ella næstovast í bólkinum skulu okkara spæla um endastøðurnar millum nummar níggju og 12. Um Føroyar enda næstniðast ella niðast í bólkinum, so skulu okkara spæla um endastøðurnar millum nummar 13 og 16.
Føroyar-Kekkia 28-29 (13-18)
Málskjúttar: Rúnar Hammer 7/15, William Napoleon Djurhuus 5/5, Lýðar í Dímun 5/7, Pauli Rasmussen 3/4, Jón Eyðunsson Midjord 2/3, Jógvan Andreas Lamhauge 2/5, Magnus Arason 1/1, Jákup Egholm 1/1, Haraldur Karlsson 1/1, Filip Haldansen 1/2.
Bjargingar: Ingi Johannesen 8/28, Bjarni G. Jacobsen 1/9.