U18 HM: Fimmmálstap fyri Portugal í fyrsta dystinum

Lukka Arge skoraði 10 mál fyri Føroyar í dag

Mynd: HSF

Mynd: HSF

Fyrr í dag legði føroyska U18 kvinnulandsliðið í hondbólti til brots í HM-endaspælinum í Norðurmakedonia.

 

Mótstøðuliðið var Portugal, ið endaði á einum 10. plássi til seinasta HM-endaspælið. Portugal vann dystin 29-24. 

 

Føroyska liðið var á odda 2-0 og 4-2 í byrjanini av dystinum, og megnaði at fylgja portugisiska liðnum upp til støðuna 12-12. Í steðginum var Portugal á odda 15-13. 

 

Í seinna hálvleiki var føroyska liðið væl við í byrjanini, men eftir Portugal vann seg upp á 23-17 var ein munur uppá fýra mál minsta leiðslan hjá Portugal.

 

Tíverri brendi føroyska liðið ov nógvar málmøguleikar um sæð verður burtur frá Lukku Arge.

 

Lukka Arge skoraði ikki færri enn 10 mál uppá 11 málroyndir.

 

Í morgin klokkan 17.20 spæla Føroyar móti Danmark. Fjórða liðið í bólkinum er Eysturríki. 

 

Portugal-Føroyar 29-24 (15-13) 

 

Føroyar: Lukka Arge 10, Barbara Hammer 3, Maria P. Nólsoy 3, Karina Debes Heinesen 2, Lea Mohr 2, Anna Elisabeth H. Weyhe 2, Bjørg F. Joensen 1, Karin Egholm 1. 

 

 

 

Mynd: HSF

Mynd: HSF