HM: U18-kvinnurnar endaðu bólkaspælið við flottum sigri

Føroysku kvinnurnar vunnu níggjumálssigur á Eysturríki fyrr í dag

 

Mynd: IHF

Mynd: IHF

Aftaná tapini fyri Portugal og Danmark fekk føroyska U18-kvinnulandsliðið ein góðan enda á innleiðandi bólkaspælið í HM-endaspælinum, ið er í Norðurmakedonia í hesum døgum.

 

Føroysku U18-kvinnurnar vunnu greiðan 31-22 sigur á Eysturríki. Í steðginum vóru Føroyar á odda 15-12. Harvið tryggjaðu Føroyar sær triðja plássið í innleiðandi bólki C.

 

Føroyar skulu nú kappast um plássini millum nummar 17 og 32 í tí sum nevnist President´s Cup.

 

Føroysku U18-kvinnurnar skulu í morgin klokkan 9.30 spæla móti India, ið gjørdist nummar fýra í innleiðandi bólki D. Fríggjadagin verður Kasakstan mótstøðuliðið. 

 

Føroyar-Eysturríki 31-22 (15-12)

 

Føroyar: Silja Olivia Heðinsdóttir 7, Lukka Arge 3, Inga Maria Roysdóttir 3, Bjørk Franksdóttir Joensen 3, Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 3, Anna E. Halsdóttir Weyhe 2, Maria Pálsdóttir Nólsoy 2, Inga Maria Joensen 2, Karin Egholm 2

Karina Debes Heinesen 2, Hanna Jakobsdóttir Dalsgarð 1, Barbara Hammer 1.

 

 

Mynd: IHF

Mynd: IHF