U18-manslandsliðið hitar upp til EM við dystum móti Íslandi

Leygardagin og sunnudagin klokkan 15 spælir U18-manslandsliðið móti Íslandi í Hoyvíkshøllini

U18-manslandsliðið, ið eisini hevur U20-leikararnar, Aleksandar Lacok og Óla Mittún í hópinum fyrireikar seg til EM-endaspælið, ið verður í Montenegro fyrst í august.

 

Leygardagin og sunnudagin klokkan 15 spælir liðið venjingardystir móti Íslandi, ið eisini fyrireikar seg til U18 EM-endaspælið.

 

EM-endaspælið verður í Montenegro dagarnar 4. – 14. august, har Føroyar møta Svøríki, Spania og Fraklandi í innleiðandi bólkaspælinum.

 

Tað er ókeypis at vitja Hoyvíkshøllina til dystirnar í vikuskiftinum, og dystirnir kunnu eisini stroymast á live.hsf.fo.