U19 EM undankappingin: Føroyar taptu greitt fyri Fraklandi

Hini bæði mótstøðuliðini í undanbólkinum eru Ungarn og Bulgaria

Savnsmynd: Sámal Clothier, FSF

U19-fótbóltslandsliðið hjá monnum er í hesum døgum í Ungarn fyri at spæla EM-undankapping, har mótstøðuliðini eru Frakland, Bulgaria og vertslandið, Ungarn.

 

Føroyar løgdu fyri í dag við torførastu uppgávuni móti bólkafavorittunum, Fraklandi.

 

Føroyar taptu dystin 0-4. Frakland legði seg á odda longu í áttanda minutti, og teir øktu beint undan steðginum. Tá ein stórur tími var leiktur høvdu fraklendingar økt til 4-0, men tá eydnaðist føroyska liðnum at steðga bløðingini.

 

Sambært heimasíðuni hjá UEFA hevði Frakland 15 málroyndir, meðan Føroyar høvdu tríggjar málroyndir, men bert eina innanfyri málrammuna.

 

Hini bæði liðini í bólkinum, Ungarn og Bulgaria leiktu javnt 1-1 í teirra dysti.

 

Leygardagin klokkan 17 spæla Føroyar móti vertstjóðini, Ungarn.

 

Fyrstu 11:

 

1 Tróndur Sjúrðarson (M)

 

2 Dávid P. á Líðarenda

 

3 Jens Eiler Samson

 

4 Jósef Ólavsson Gleðisheygg

 

6 Arnór Brandsson (L)

 

7 Aron Benjaminsen

 

8 Sjúrður Henriksen

 

10 Dávid Reynheim

 

16 Djóni Sivertsen

 

17 Dennis Anghel Olaru

 

18 Josva Signarsson

 

Kelda: FSF 

 

Savnsmynd: Sámal Clothier, FSF