U19-kvinnur: Javnleikur móti vertunum

Føroysku U19-kvinnurnar bardu seg til ein javnleik móti vertunum úr Norðurmakedonia í dag. Úrslitið av dystinum gjørdist 24-24, eftir hálvleiksstøðuna 14-13 til vertirnar

Føroysku U19-kvinnurnar bardu seg til ein javnleik móti vertunum úr Norðurmakedonia í dag. Úrslitið av dystinum gjørdist 24-24, eftir hálvleiksstøðuna 14-13 til vertirnar, skrivar Hondbóltssambandið.

 

Hóast dysturin eisini kundi koppa til okkara seinastu minuttirnar, so kunnu føroysku kvinnurnar helst vera nøgdar við javnleikin. Okkara vóru aftanfyri við 1-3 málum í 56 minuttir av dystinum, áðrenn tær enduliga komu uppá javnt.

 

Føroyska liðið hevði eina heldur trilvandi byrjan. Norðurmakedonska liðið hevði lisið uppá og lá langt frammi í Janu Mittún, sum var dagsins leikari hjá Føroyum í dystinum í gjár móti Kosovo.

 

Ágangandi 5-1 verjan hjá Norðurmakedonia ørkymlaði álopsspælið fyrstu løtuna av dystinum. Hóast hetta, so hingu okkara í, og vóru Jana Mittún, Natasja Hammer og Vár Zachariassen berandi í føroyska álopsspælinum. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 13-14.

 

##med2##

 

Norðurmakedonska liðið kom sum heild heldur lætt til málini tað mesta av dystinum og var tískil torført hjá okkara at hála innaftur 2-3 máls leiðsluna, sum vertirnir høvdu bygt sær í byrjanini av dystinum. Støðan gjørdist ikki lættari í minutti 46, tá týdningarmikli miðverjin, Vár Bentsdóttir Zachariasen, fekk sína triðju útvísing og harvið reytt kort.

 

##med3##

 

Avgerandi løtan var í minutti 56, tá føroyski málverjin Rakul Wardum av álvara fekk fatur. Í einum og sama minutti tók hon tvey brotskøst og ein fríleypara. Okkara skoraðu í hinum endanum og brádliga var støðan 24-23 til Føroyar.

 

##med4##

 

Norðurmakedonia fekk tó eitt mál aftur í næstseinasta minutti og fleiri mál komu ikki í dystinum. Ein dystur har okkara aldrin góvu upp og bardu seg til eitt stig, sum kann koma at hava týdning, tá stigatalvan fyri bólkaspælið seinni skal gerast upp.

 

##med5##

 

Í hinum dystinum í bólkinum í dag vann Kosovo 30-28 á Bosnia Hersegovina. Føroyar møta Bosnia Hersegovina mikudagin kl. 17.00. Dysturin kann stroymast á ehftv.com. Besti føroyski spælari í dystinum var kosin Lív Bentsdóttir Zachariasen.

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Brynhild Pálsdóttir 5

 

Lív Bentsdóttir Zachariasen 4

 

Natasja Hammer 3

 

Rannvá Olsen 3

 

Jana Mittún 2

 

Vár Bentsdóttir Zachariassen 2

 

Sára Jacobsen 2

 

Frida Holm Jacobsen 1

 

Elsa Egholm 1

 

Lea Símunardóttir Lisberg 1

 

Dystargongdin:

 

10 min. 3-5

 

15 min. 6-8

 

20 min. 8-11

 

25 min. 10-12

 

30 min. 13-14

 

35 min. 14-17

 

40 min. 16-17

 

45 min. 17-19

 

50 min. 20-21

 

55 min. 22-23

 

56 min. 23-23

 

58 min. 24-23

 

59 min. 24-24

 

60 min. 24-24