U19-menn: Verjan haltaði móti dønum

Verja og málverjar kláraðu ikki at steðga dønum í dag. Føroysku U19-menninir taptu 30-28 fyri dønum.

Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis á heimasíðuni hsf.fo

 

Føroysku U19-menninir spældu allan dystin væl upp móti dønum, men væntaði seinasti neyvleikin til at tað kundi blíva til sigur í dag. Føroyska liðið brendi ov nógvar málmøguleikar móti danska málverjanum, sum stóð sera væl í dag og eisini var kosin til dagsins leikara hjá dønum. Føroyska verjan hevði ilt við at steðga vælskipaða danska álopsspælinum og fingu okkara málverjar ikki rættiliga fatur í dag.

 

Føroyska liðið byrjaði dystin væl og legði seg á odda 2-1, men um miðjan fyrra hálvleik fóru danir fram um og var hálvleiksstøðan 17-15 til danir. Føroyska liðið byrjaði seinna hálvleik við góðum spæli, sum tó ikki gav mál. Okkara vunnu tvær útvísingar, men megnaðu ikki at útnytta hesar. Í staðin vóru tað danir sum løgdu seg fram um við 4 málum og helt hendan støðan sær tað mesta av seinna hálvleiki. Føroyska liðið royndi at hála seg innaftur í dystin seinastu 8 minuttirnar, tá Pauli Jacobsen hevði fleiri góðar bjargingar í føroyska málinum, men nærri enn tvey mál kom føroyska liðið ikki.

 

Dagsins leikari hjá Føroyum var kosin Viktor Nørlyng Gaini.

 

Føroyska liðið spælir aftur 17. august, tá Føroyar skal spæla EHF Championship kapping í Varna í Bulgaria, har Føroyar, Bulgaria,  Kekkia, Belarus, Finnland, Slovakia og Litava luttaka.

 

Dystargongdin:

Føroyar – Danmark

5 min. 2-1

10 min. 5-6

15 min. 8-9

20 min. 11-13

25 min. 14-15

30 min. 15-17

35 min. 16-19

40 min. 18-21

45 min. 21-25

50 min. 23-27

55 min. 25-28

60 min. 28-30

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

Óli Mittún 6

Elias Ellefsen á Skipagøtu 5

Pauli Mittún 5

Janus Dam Djurhuus 4

Bogi Hansen 2

Hákun West av Teigum 2

Sveinur Olafsson 2

Viktor Nørlyng Gaini 2