Føroysku U19-kvinnurnar eru í hesum døgum í Portugal, har liðið tekur lut í EM-undankapping saman við Portugal, Noreg og Rumenia. Mikudagin fór hópurin avstað, og í dag klokkan 16 føroyska tíð er fyrsti dysturin á skránni, og er hesin ímóti Noreg. Á FSF-heimasíðuni verður sagt, at ferðin niður gekk væl, og at veðrið til fótbólt er av tí allarbesta – eini 20 til 25 hitastig.