U19: Russar náðileysir síðstu løtuna

Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti seinasta dystin í EM-undankappingini. Russlandi, ið vann bólkin greitt, sendi Føroyar av vøllinum við einum 5-0 tapi, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Eftir at hava tapt fyri Týsklandi og síðan málleysan javnleik móti Grikkalandi, skuldi føroyska U19-landsliðið við dreingjum týsdagin royna seg ímóti Russlandi. Russar høvdu undan dystinum tryggjað sær 1. plássið í bólkinum, og høvdu tískil ikki tað heilt stóra at spæla fyri.

 

Hinvegin kundi føroyska liði við einum sigri – og møguliga einum javnleiki – spæla seg víðari í EM-kappingini. Reglurnar eru nevniliga soleiðis, at besti 3’arin í samlaðu undankappingini sleppur víðari til Elite Round, sum verður tíðliga komandi ár. Men russiska bjørnin vísti onga náði, og tá avtornaði stóð 5-0 til Russland á máltalvuni, sum var á odda við einum í steðginum.

 

Hóast russar komu á odda longu í fimta minutti, so var tað allíkavæl ikki fyrr enn seinastu tjúgu minuttirnar, at dysturin í roynd og veru bleiv avgjørdur.

 

Russland endaði fremst í bólki 2 í EM-undankappingini við 9 stigum, Týskland fekk 4 stig, Grikkaland fekk 2 stig, meðan Føroyar endaði á 4. plássi við einum stigi.