U19: Sterk mótstøða bíðar Føroyum

FSF Varpið tosar við Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum

FSF Varpið: Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, væntar sterka mótstøðu í EM-undankappingini, har føroyska liðið skal møta Fraklandi, Danmark og Finnlandi.

Føroyska U19-landsliðið við dreingjum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingina, sum næstu dagarnar verður spæld í Køge í Danmark. Mótstøðuliðini verða Frakland, Danmark og Finnland.

Fyrrapartin týsdagin vandi føroyska liðið á Rishøj Stadion í Køge, og undir venjingini fekk FSF Varpið orðið á venjaran, Jógvan Martin Olsen.

##med2##

Skráin:

13. november Frakland – Føroyar (kl. 14:30 dk. tíð / Køge Stadion)

16. november Danmark – Føroyar (kl. 18:00 dk. tíð / Køge Stadion)

19. november Føroyar – Finnland (kl. 14:00 dk. tíð / Frederiksberg Idrætspark) 

Hópurin:

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Andreas Jansson Thomsen, B36

Børge Petersen, KÍ

Ári Arge, OB (Danmark)

Alexander Ólavsson Jensen, B68

Elias El Moustage, Thisted (Danmark)

Aron Jarnskor, Víkingur

Símun Sólheim, HB

Leivur Fossdal Guttesen, SønderjyskE (Danmark)

Jonn Johannesen, KÍ

Jóhann Hansson Joensen, B36

Peter Bergman Hansen, OB (Danmark)

Tórur Franksson Joensen, HB

Meinhard Debes Geyti, NSÍ

Noah Hans Mneney, Víkingur

Gundur Ellingsgaard Petersen, ÍF

Dánjal Reginsson, HB

Bárður Ólavsson Jensen, B68