U19: Sterk mótstøða bíðar føroyska liðnum

Sigfríður Clementsen hevur úttikið 20 spælarar, ið skulu umboða Føroyar í EM-undankapping í Grikkalandi frá 8. til 17. november, skrivar Fótbóltssambandið

Sigfríður Clementsen hevur úttikið 20 spælarar, ið skulu umboða Føroyar í EM-undankapping í Grikkalandi frá 8. til 17. november, skrivar Fótbóltssambandið. Sterk mótstøða bíðar føroyska U19-landsliðnum við dreingjum, sum í døgunum 8. til 17. november skal til EM-undankapping í Grikkalandi. Umframt vertslandið og Føroyar, eru Týskland og Russland eisini í bólkinum.

 

Sigfríður Clementsen er venjari hjá U19-dreingjunum, og nú er greitt, hvørjir skulu umboða Føroyar til komandi kapping. 20 spælarar eru boðsendir, og av teimum eru fýra, ið hava sína dagligu gongd í donskum fótbólti.

 

Hópurin:

 

Marius Kruse, HB Køge (Danmark)

 

Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

 

Sverri Mariusarson, EB/Streymur

 

Bergur Jákupsson Poulsen, Víkingur

 

Fríði í Túni Petersen, B68

 

Símun Kalsø, KÍ

 

Mathias Weihe Joensen, B36

 

Jákup Norðoy Wilhelmsen, KÍ

 

Jákup Andrias Thomsen, Víkingur

 

Poul Kallsberg, Skála

 

Bogi Hentze, B71

 

Emil Weihe Joensen, ÍF

 

Beinir Nolsøe, NSÍ

 

Olaf Bárðarson, Víkingur

 

Jørgen Nielsen, NSÍ

 

Elias Rusborg, Hvidovre BK (Dannmark)

 

Jonathan Lassesen, HB Køge (Danmark)

 

Martin Agnarsson, B36

 

Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

 

Áki Debes Samuelsen, HB

 

Skráin:

 

11. nov. Týskland – Føroyar

 

13. nov. Grikkland – Føroyar

 

16. nov. Føroyar – Russland