U19: Tepurt tap í seinna dystinum

Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti eisini seinna venjingardystin móti Norðurírlandi. Aftur hesaferð vunnu heimamenninir við einum máli móti ongum

U19-landsliðið við dreingjum hevur farnu vikuna verið í Norðurírlandi, har liðið hevur spælt tveir venjingardystir. Fyrri dysturin varð spældur mikudagin, og tá gjørdist úrslitið 1-0 til Norðurírland. Sigursmálið varð ikki skorað fyrr enn fýra minuttir vóru spældir út yvir vanligu leiktíðina, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Í seinna dystinum, sum bleiv spældur á The Oval í Belfast fríggjadagin , nærum endurtók søgan seg. Norðurírar vunnu 1-0. Áðrenn steðgin var talan um ein javnan dyst, við málmøguleikum til báðar partar, meðan tað í seinna hálvleiki vóru heimamenninir, ið stóðu fyri tí mesta. Einsamalla málið í dystinum kom tá eitt stórt korter var eftir at spæla.

 

Venjingardystirnir eru liðir í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Grikkalandi í november mánað. Tá skulu okkara dreingir royna seg ímóti Týsklandi, Grikkalandi og Russlandi.