VIDEO: U19-kvinnurnar vunnu fyrsta EM-undankappingardystin

(Video) U19 genturnar byrjaðu EM undankappingina við einum sterkum avriki og 3-1 sigri móti vertstjóðini Litava, skrivar Fótbóltssambandið

Føroyska liðið, ið byrjaði móti Litava - Mynd: www.FSF.fo

U19 genturnar byrjaðu EM undankappingina við einum sterkum avriki og 3-1 sigri móti vertstjóðini Litava, skrivar Fótbóltssambandið. Tað gekk báðar vegir í fyrra hálvleiki, og eitt nú bjargaði Gunnvá Lützen einum brotssparki, tá umleið hálvur tími var spældur. Lisa Haraldsen legði Føroyar á odda stutt fyri hálvleik, og hon økti eisini sjálv um munin, tá seinni hálvleikur var eitt korter gamal.

 

Stutta løtu seinni økti Rakul Sørensen við einum frálíkum langskoti til 3-0, og hóast litavar minkaðu um munin stutt fyri leiklok, so kundu føroysku genturnar fegnast um ein uppibornan sigur eftir síðsta bríksl.

 

Føroyar skulu aftur í eldin fríggjamorgunin, og tá er mótstøðuliðið Ísland, sum í sínum fyrsta dysti vann stórt móti Liktinstein.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 3-1 sigrinum hjá føroysku U19 kvinnunum á Litava:

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

Føroyska liðið, ið byrjaði móti Litava - Mynd: www.FSF.fo