U20-landsliðsvenjarin: Hetta er eitt heilt serligt lið (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Julian Johansen, landsliðsvenjara og við Hallur Danielsen frá HSF

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin

##med2##

 

U20-manslandsliðið í hondbólti hevur gjørt enn ein vørr. Í kvøld vunnu okkara knáu ungu og evnaríku menn 30-28 (15-13) móti einum væl stríðandi italskum liði, ið nakrar ferðir bert var eitt mál aftanfyri, men hvørja ferð komu okkara menn uppá turt aftur. Hákun West av Teigum skoraði 11 mál uppá 12 málroyndir, og var saman við 17 ára gamla Óla Mittún, ið skoraði seks mál mest eyðsýndi útileikarin. Pauli Jacobsen bjargaði 13 av 40 málroyndum, og diskaði upp við nøkrum frálíkum bjargingum móti dystarenda.

 

30-28 sigurin á Italia í Play Off hálvfinaluni merkir, at Føroyar eru millum 10 tey bestu liðini í Evropa, og skulu spæla um 9. og 10. plássið móti Slovenia í annaðkvøld klokkan 19.30. 11 tey fremstu liðini vinna seg í U21-HM endaspælið, ið verður í Týsklandi og Grikkalandi 20. juni til 2. juli komandi ár. 

 

Hetta er aðru ferð Føroyar vinna seg í U21-HM endaspælið í manshondbólti. Fyrru ferð var í Algeria í 2017. 

 

Italia – Føroyar 28-30 (13-15)

 

Italia : Nicola Fadanelli 8, Thomas Bortoli 5

 

Føroyar : Hákun West av Teigum 11, Óli Mittún 6, Elias Ellefsen á Skipagøtu 4, Pauli Mittún 3, Viktor Gaini 2, Rói Ellefsen á Skipagøtu 2, Baldur Gillason 1, Janus Djurhuus 1.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1 samrøður við Julian Johansen, U20-landsliðsvenjara og Hallur Danielsen, landsliðssamskipara hjá HSF. 

 

Julian Johansen stórfegnast um, at málsetningurin hjá teimum at røkka U21-HM endaspælinum er rokkin. Julian ásannar, at tað var tungt hoyggj at knógva Italia, ið hann metir vera eitt sterkt og væl leikandi lið.

 

- Hetta er eitt heilt serligt lið, staðfestir Julian Johansen. Og tað kravdi eisini eitt serligt lið at vinna á tí mótganginum sum var í løtum av dystinum í kvøld. 

 

Hallur Danielsen kann fegnast um, at holla landsliðsarbeiðið hjá HSF heldur fram at bera frukt. Og enn eru U18 EM-endaspæl hjá monnum og U18 HM-endaspæl hjá kvinnum við føroyskari luttøku seinni í juli og fyrst í august at gleða seg til. 

 

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin

Samrøður við Julian Johansen og Hallur Danielsen

Samrøður við Julian Johansen og Hallur Danielsen