U21: Ein broyting á føroyska liðnum

Sámal Erik Hentze og Atli Gregersen hava gjørt eina broyting á liðnum til dystin móti Fraklandi

Tað er í dag klokkan 17.30, at føroyska U21-landsliðið tekur móti Fraklandi á Ovara vølli í Gundadali. Sámal Erik Hentze og Atli Gregersen hava gjørt eina broyting á liðnum í mun til tað liðið, sum spældi móti Armenia mikudagin.

 

Steffan Løkin kemur inn fyri Heina Sørensen. Annars verður tað sama lið. Hjá Frakland er Eduardo Camavinga úr Real Madrid við frá byrjan á miðvøllinum.

 

Føroyar U21:

 

Bárður á Reynatrøð - Sjúrður Pauli Nielsen, Børge Petersen, Dann Fróðason, Pætur Skipanes -  Andrass Johansen, Stefan Radosavljevic (liðskipari), Símun Sólheim, Noah Mneney, Áki Samuelsen - Steffan Løkin.

 

Eykaspælarar: Rasmus Nilsson, Bjarti Vitalis Mørk, Áki Johannesen, Alias El Moustage, Bárður Jensen, Ingi Jonhardsson, Hanus Sørensen, Gullbrandur Øregaard, Ási Dam og Heini Sørensen.

 

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.