Føroyska U21-landsliðsvenjaraparið, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, vórðu tvungnir at gera í minsta lagi tvær broytingar á liðnum í mun til dystin ímóti Makedonia fríggjakvøldið. Karl Løkin og Klæmint A. Olsen høvdu nevniliga báðir fingið leikbann, og kundu teir ikki vera við ímóti Serbia.
Venjararnir høvdu valt at seta Heina Vatnsdal á miðvøllin fyri Karl Løkin, meðan Jóan Símun Edmundsson røkti plássið á vonginum ístaðin fyri Klæmint Olsen, og síðani varð Dánjal á Lakjuni settur í álopið.
1.307 áskoðarar vóru til dystin í Gundadali, har tað vóru frálík fótbóltslíkindi – turt, stilt og nakað kalt. Áskoðarafjøldin var hálvt triðja hundrað áskoðarar fleiri enn til dystin ímóti Makedonia fríggjakvøldið.
Hildu ikki aftur
Eins og í dystinum ímóti Makedonia, so løgdu føroyingarnir bragdliga fyri og longu í fyrsta minutti royndi Gilli Sørensen at bróta ígjøgnum í vinstru. Við mikla kvikleikanum megnaði hann eisini at leggja høgra bakkin aftur um seg, men hann rak ov langt og málmaðurin kom í vegin.
Serbia, sum annars ikki fekk frið at spæla fyri ágangandi føroyskum spælarum, fekk ein risa stóran møguleika í sjeynda minutti, tá ið Viljormur Davidsen ikki fekk beint bóltin burtur, og Sasa Markovic slapp at renna næstan púra leysur, men úr spískum vardi Kristian Joensen væl fyri.
Besta møguleikan fekk tó Føroyar tá ið eitt korter var spælt. Gott spæl hjá Føroyum úrslitaði seg í einum innleggi frá høgru, men skotið hjá Halli Hanssyni, sum annars var leysur í feltinum, fór langt við síðuna av.
Eftir hálvum tíma legði Serbia seg á odda, hóast spæl teirra fyrr í dystinum ikki beinleiðis týddi, at mál var í luftini. Verjan hjá Føroyum varð fangað, og gott spæl út á vinstra vong endaði við innleggi, sum Filip Malbasic prikaði bóltin í netið til 1-0. Tað angaði av álvara av rangstøðu hjá einum serbiskum leikara í feltinum, sum eisini ávirkaði spælið, men til misnøgd millum føroyskar leikarar og áskoðarar veitraði linjuverjin ikki.
Føroyar helt á
Føroysku leikararnir fullu ikki í fátt og hildu fram við at vísa gott ágrýtni og eisini dirvi at sjálvt hava bóltin, men fimm minuttir eftir leiðslumálið mátti Kristian Joensen koma við tveimum stórbjargingum fyri at verja um eitt møguligt 2-0-mál til Serbia. Fyrst bjargaði hann meistarliga einum langskoti frá Luka Milivojevic og í hornasparkinum beint aftaná fekk hann bjargað á málstrikuni.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk Luka Milivojevic sítt seinna gula kort fyri eina fullkomiliga tápuliga takkling aftanfyri miðjuna. Hann hevði løtu áðrenn fingið sítt fyrra gula kort fyri at gera sjónleik.
Fyrsti hálvleikur var annars merktur av, at Føroyar als einki stóð aftanfyri Serbia, men teir dugdu bara betur at taka av møguleikanum, tá ið hann var til staðar, og var hetta einasta orsøkin til at teir vóru á odda 1-0 í hálvleikinum.
Yvirleggjarin var fyri
Tað sást frá byrjan í seinna hálvleiki, at Føroyar vildu hava bóltin. Tað var sjálvandi eisini skilagott, nú teir vóru ein maður í yvirtali, men Serbia kom tó væl fyri seg og hótti Føroyar. Venjari teirra rópti eisini, at teir ikki skuldu bakka, men royna at halda trýstið frammi á vøllinum.
Føroyar ressaðust sanniliga, og serliga var tað orsaka av einum rimmar sterkum Heina Vatnsdal mitt á miðjuni, sum setti seg ígjøgnum. Miðvallarin úr FC Suðuroy vísti stórspæl.
Eftir einum tíma var Føroyar millimetrar frá at javna, tá ið Rógvi Holm sparkaði eitt hornasparksinnlegg á yvirliggjaran.
Júst sum Føroyar av álvara vóru um at leggja trýst á, so var bara seks minuttir seinni galið. Føroyar hevði nógvar mans frammi á vøllinum, og umvegis eitt tekniskt mistak frá verjuni kom hetta at kosta okkum. Tað var Rógvi Holm, sum varð settur av og gjørdi brotsspark ímóti einum herjandi Filip Malabasic. Brotssparkið setti Nemanja Gudelj trygt í netið til 2-0 til Serbia.
Um vit hyggja at gongdini í dystinum, so var hetta ikki uppiborið, men serbar vóru sera avgjørdir í seinasta og avgerandi partinum av spælinum, og føroysku leikararnir máttu bara viðganga, at hepnið og klassin var á serbisku síðuni.
Tann seinasta fjórðingin av dystinum stríddust føroyingarnir at fáa okkurt mál, sum kundi vera eitt aftursvar til serbar, men hóast spælið í fleiri førum var gott og vit brutu ígjøgnum í teirra feltið, so var tað als ikki lætt fáa mál ímóti einum sterkum serbiskum liði, sum eftir úrsliti og umstøðum hevði lagt seg langt aftur á vøllin fyri at verja.
Føroyar fekk einki mál, sum kundi pyntað um úrslitið, men eingin kundi í grundini vera ónøgdur við avrikið. Aðru ferð innan fáar dagar høvdu teir víst, at teir hava dirvi at bretta um ermar og kunnu spæla upp við stórum fótbóltslondum, og at tað ikki kastaði stig av sær hesaferð, var kanska óhepni enn nakað annað.
albinus@sosialurin.fo
Føroyar – Serbia 0-2 (0-1)
0-1: Filip Malbasic, 30.
0-2: Nemanja Gudelj, 67. (br.)
Føroyar: Kristian Joensen – René S. Joensen, Rógvi S. Holm, Erling D. Jacobsen, Viljormur Davidsen – Jóan Símun Edmundsson (81. Páll A. Klettskarð) Róaldur Jakobsen, Heini Vatnsdal, Hallur Hansson (85. André Olsen) Gilli Sørensen (61. Kaj Leo í Bartalsstovu) – Dánjal á Lakjuni
Gul kort: Rógvi S. Holm
Serbia: Marko Dmitrovic – Nemanja Gudelj, Aleksandar Pantic, Slobodan Medojevic, Milan Rodic – Luka Milunovic, Luka Milunovic (79. Milos Joji?), Filip Malbasic – Sasa Markovic (88. Miloš Kosanovi?) Ogjnen Mudrinski (55. Dorde Despotovic) Nenad Krsticic
Gul kort: Sasa Markovic, Milan Rodic
Reytt kort: Luka Milivojevic (tvey gul)
Dómari: Padraig Sutton (Írland)