Tað var ein lívlig finala bæði á og uttanfyri vøllin, tá ið HB og Skála í kvøld dystaðust í U21-steypafinaluni hjá monnum á Tórsvølli.
Gilli Róason legði HB á odda 1-0 tá ið lítil hálvur tími var spældur, og tað líktist eisini leingi einum teprum HB-sigri.
Í seinna hálvleiki søkti Skála at, og smáar tíggju minuttir fyri leiklok eydnaðist tað Aksel B. Danielsen at javna til 1-1 við einum stútara.
Eftir 1-1-javnleik í vanligu leiktíðini var neyðugt við longdari leiktíð, og her gjørdi HB skjótt av og legði seg á odda 2-1 við enn einum máli frá Gilla Róasyni.
Tað var tó ikki bara sum at siga tað hjá HB at rista Skála av sær, tí nakað inn í seinna hálvleik av longdu leiktíðini var Karl Martin Johansen á blettinum eftir hornasparksinnlegg og javnaði til 2-2 fyri Skála.
Villiam Emil Klein hjá HB var um reppið at gerast sigursharri á allarsíðsta minutti, men hann rakti á stongina, og við 2-2-javnleiki var neyðugt við brotssparkskapping.
Í brotssparkskappingini var HB omaná, væl hjálpt av tveimum bjargingum frá Mattias Lamhauge í málinum. Skála misnýtti í alt trý brotsspørk. HB vann tilsamans 5-3 og kann nú kalla seg steypavinnara í U21-deildini 2019.
Dagsins leikari: Aksel B. Danielsen (Skála)
HB - Skála 1-1 (1-0) - eftir longda leiktíð: 2-2. Eftir brotssparkskapping: 5-3.
1-0: Gilli Róason, 28.
1-1: Aksel B. Danielsen, 81.
2-1: Gilli Róason, 92.
2-2: Karl Martin Johansen, 111.
Brotsspørk:
2-3: Aksel B. Danielsen (Skála) skorar
3-3: Jógvan Petersen (HB) skorar
3-3: Djóni Petersen (Skála) misnýtir, Mattias Lamhauge (HB) bjargar
4-3: Símun Sólheim (HB) skorar
4-3: Andreas E. Jacobsen (Skála) misnýtir, Mattias Lamhauge (HB) bjargar
4-3: Gilli Róason (HB) misnýtir, Martin Danielsen (Skála) bjargar
4-3: Rói Olsen (Skála) misnýtir, rakar uppum
5-3: Tormóður P. Djurhuus (HB) skorar