- HM lutakastið sær spennandi út. Vit kenna bert styrkina hjá Spania í okkara bólki, og teir eru allarhelst sterkasta landsliðið í okkara aldursbólki. Angola og Japan kenna vit einki til, so tað er ómøguligt at siga hvat fyri landsliðum vit møta og hvat fyri styrki tey hava. Men vit hava góðar vónir til at spæla okkum víðari úr bólkaspælinum.
Hetta sigur málverjin, Pauli Jacobsen í stuttari viðmerking til in.fo um liðini okkara U21-landslið skal møta í HM-endaspælinum, ið verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi, dagarnar 20. juni til 2. juli.
Føroyar leika innleiðandi dystirnar í týska býnum, Magdeburg.