U21-landsliðið er í HM-bólki saman við Spania, Japan og Angola

Tað er nú greitt hvørjum liðum okkara U21-menn møta í HM-endaspælinum í summar

Lutur er nú drigin í Katowice í Pólandi um hvørji lið eru í bólki saman í U21-HM endaspælinum í manshondbólti í Grikkalandi og Týsklandi, ið verður leikt millum 20. juni og 2. juli. 

 

Føroyar endaðu í bólki D. Hini liðini í okkara bólki eru Spania, Japan og Angola.

 

Við einum fullmannaðum U21-landsliði hava vit sera góðar møguleikar at knógva Japan og Angola á einum góðum degi. 

 

Japan vann asiatiska U21-endaspælið. Angola bleiv nummar fýra í afrikanska U21-endaspælinum. 

 

Spania er millum heimsins bestu hondbóltstjóðir og má átaka sær leiklutin sum favorittur í HM-bólki D. Spania vann í fjør U20 EM-endaspælið í Portugal. 

 

32 lið kappast í HM-endaspælinum. Trý lið fara víðari úr hvørjum bólki til millumspælið, men tað ræður um at taka so nógv stig sum til ber við sær í millumspælið. 

 

Vera vit við sterkastu manning eiga vit at hava ein góðan møguleika at vinna okkum í millumspælið.