U21: Jørgen fyri Samuel

Samuel Johansen Chukwudi verður ikki tøkur til U21 EM-undankappingardystirnar móti Ukraina og Serbia. Í staðin er Jørgen Nielsen úr Østers IF úttikin, boðar FSF frá

Jørgen Nielsen, sum fyrr í ár skifti NSÍ út við Østers IF í Svøríki, er boðsendur til U21-landsdystirnar móti Ukraina og Serbia - Mynd: Bjarni Enghamar

Samuel Johansen Chukwudi verður ikki tøkur til U21 EM-undankappingardystirnar móti Ukraina og Serbia. Í staðin er Jørgen Nielsen úr Østers IF úttikin, boðar FSF frá. Mikudagin í komandi viku fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá ukrainar vitja á Tórsvølli. Og týsdagin 7. juni er seinasti dysturin í hesari undankappingini á skránni, tá Serbia verður mótstøðuliðið á Djúpumýru í Klaksvík.

 

Í vikuni varð hópurin til komandi dystir úttikin, men tað verður kortini uttan Samuel Johansen Chukwudi, sum fyrr í ár skifti til belgiska felagið, Royal Union Saint-Gilloise.

 

Samuel er júst blivin klárur aftur eftir ein skaða, sum hann hevur drigist við, men mett verður ikki, at hann er nóg birgur til tveir krevjandi landsdystir í næstum. Í staðin hevur Sámal Erik Hentze sent boð eftir Jørgeni Nielsen, ið spælir fyri Østers IF í Svøríki.

 

Atgongumerki til dystirnar móti Ukraina og Serbia fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Kostnaðurin er 95 krónur fyri vaksin, meðan tað er ókeypis atgongd fyri børn og ung, 17 ár og yngri.

 

Føroyar og Ukraina spæla á Tórsvølli mikudagin 1. juni klokkan 18:00, og á Djúpumýru í Klaksvík verður fyrsta spark millum Føroyar og Serbia týsdagin 7. juni klokkan 16:15.

 

Jørgen Nielsen, sum fyrr í ár skifti NSÍ út við Østers IF í Svøríki, er boðsendur til U21-landsdystirnar móti Ukraina og Serbia - Mynd: Bjarni Enghamar