U21 HM-lutakastið verður klokkan 15 í dag

Her er leinkjan til beinleiðis lutakastið

Seinnapartin klokkan 15 verður lutakastið til U21 HM-endaspælið, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi millum 20. juni og 2. juli.

 

HER  er leinkjan til stroymingina av lutakastinum.

 

32 lið skulu lutast í átta bólkar á fýra lið, og eru Føroyar styrkismettar í potti 2. Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki koma víðari til ovaru millumrunduna, meðan tvey tey niðaru koma í niðaru millumrunduna. Hareftir eru dystir eftir cup-skipan.

 

Pottur 1: Spania, Portugal, Egyptaland, Serbia, Svøríki, Ungarn, Algeria og Frakland

Pottur 2: Týskland, Danmark, Slovenia, Brasil, FØROYAR, Grikkaland, Ísland og Pólland

Pottur 3: Japan, Bahrein, Kuveit, Tunesia, Argentina, Kili, Kuba og Kroatia

Pottur 4: Australia, Angola, Marokko, Libya, Kosta Rika, Saudi Arabia, USA og IHF Trophy vinnarin

 

Føroyar vann seg til HM-endaspælið við at enda sum nummar 10 til U20 EM-endaspælið í Portugal í summar.